Stytsta leið til góðan, lættan og lekkran matpakka

Matpakkin.fo er ein netborin bíleggingarskipan sniðgivin til skúlanæmingar og foreldur teirra. Stórur dentur er lagdur á, at hon er løtt at brúka, so tað er einfalt og skjótt at bíleggja matpakkan. Til ber at bíleggja matpakkar antin frá degi til dags ellar fleiri vikur fram. Til ber eisini at bíleggja ymiskar matpakkar. Bílegg ella avlýs innan kl. 07:30 sama dag. Vit trekkja av gjaldskortinum fyri hvørja veiting, dag fyri dag.

Vit leggja dent á, at upplivingin við matpakkanum verður so góð, sum til ber, bíleggingin einføld og skjót, útberingin røtt, og maturin skal vera í lagi. Harafturat verður maturin fluttur í hóskandi pakkitilfari, sum heldur hann kaldan, og við er greitt yvirlit yvir, hvør í flokkinum skal hava mat.

Skuldu trupulleikar stungið seg upp, er ein rís og rós knappur niðast á síðuni, og vit svara beinanvegin og gera okkara ítasta at loysa hesar trupulleikar skjótast gjørligt.

Matpakkin.fo ger nýggjar og lekkrar matpakkar, sum næmingunum dámar, fyri góðar prísir. Maturin verður gjørdur í Føroyum og smurdur og pakkaður sama dag, sum hann skal etast. Nýggir og lekkrir matpakkar til skúlan hjá tínum barni fyri matarsteðgin hvønn dag.

Stórt úrval av tvíflísum, salatum, sushi og mangt annað allar fimm skúladagarnar.