Kunning til skúlar

Vit leggja okkum eftir, at síðan Matpakkin.fo er løtt at brúka, at prísirnir eru góðir og rávørurnar góðar. Alt tilsamans ger, at næmingarnir fáa nýggjar og lekkrar matpakkar, sum teimum dámar væl.

Breitt samstarv við nógvar skúlar

Vit ynskja eitt breitt samstarv við nógvar skúlar – og ymisk sløg av skúlum. Matpakkin.fo loysir tann afturvendandi trupulleikan, sum tað er at smyrja góðar matpakkar, sum næmingurin tímir at eta.

Fyrimunir skúlans

  • Ongar fyrisitingarligar uppgávur viðv. skúlamatinum/matpakkum
  • Skjótt og lætt at bíleggja hjá næmingum, foreldrum ella t.d. starvsfólki
  • Til ber at bíleggja ein dag í senn ella fleiri vikur fram
  • Nýggir lekkrir matpakkar, sum eru gjørdir sama dag
  • Maturin er gjørdur í Føroyum
  • Heilsugóð, fjølbroytt og dygdargóð máltíð allar 5 skúladagarnar í vikuni
  • Mettir og væl nøgdir næmingar
  • Goldið verður við øllum vanligum kreditkortum á síðuni

Góðska

Vit leggja okkum eftir at brúka góðar rávørur, og at matpakkin verður gjørdur sama dag, sum hann skal etast. Eisini leggja vit okkum eftir at lurta eftir kundunum og at loysa trupulleikar, sum møguliga stinga seg upp, so skjótt sum gjørligt.

Vilt tú vita meira?

Ynskir tín skúli at vita meira um Matpakkin.fo – bílegg ein ikki bindandi fund. Vit koma fegin á vitjan og greiða meiri frá um eina møguliga avtalu.

Vit ynskja at Matpakkin.fo ikki bara er ein bíleggingarskipan, men eisini at vit geva hvørjum øðrum hugskot til betri matpakkar.